- Gott at onkur rindar skatt

- Rinda fólk skatt? Jú, kvinnur gera. Menn gera eisini. Men ein partur av raskastu monnunum í landinum rinda ikki, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

 

- Nú havi eg roynt at vera ein av okkara minstu. At liggja hjálparleysur í eini hospitalssong og einki megna. Eg lá millum øll hini sum feiltu tað sama sum eg, óhjálpin, lammað og sum ongan møguleika nakrantíd hava at koma fyri seg, við konu og børnum rundan um seg, sum grótu og stúrdu fyri framtíðini. Og eg sum reisti meg úr songini og gekk út í lívið aftur, skrivar Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum.

Í oktober í fjør fekk Hans Jákup Mikkelsen eina heilabløðing og upplivdi tá, hvussu stóran týdning tað hevur, at okkara sjúkrahúsverk megnar at lofta fólki í neyðstøðu. 

- Vit hava tíbetur gjørt eina skipan – vælferð­ar­skipan – har vit hjálpa teimum minstu við at gjalda skatt, so vit ikki glatast. Men er tað nú so. Rinda fólk skatt? Jú, kvinnur gera. Menn gera eisini. Men ein partur av raskastu monnunum í landinum rinda ikki, skrivar Hans Jákup Mikkelsen. 

 

 

Skattaskipanin eins fyri øll

- Føroyingar, sum sigla í øðrum londum, ella arbeiða í øðrum londum, rinda ikki skatt í Føroyum, skrivar Hans Jákup MIkkelsen og vísir á, at fyri at megna at nøkta tørvin so væl hjá teimum minstu og annars øllum sum búgva í hesum landi er neyðugt, at so stór virðir sum gjørligt verða skapt.

 

 

- Lønin, sum arbeiðsmegin fær, og avkastið, sum arbeiðsgevarin fær, er tað, vit liva av. Tað tilsamans er okkara livistøði. Skal livistøðið hækka er neyðugt, at lønin til arbeiðsmegina og avkastið til arbeiðsgevaran hækka. Fræls kapping um arbeiðsmegina viðførir júst hetta, tí hon beinir arbeiðsmegina har, lønin er hægst. Lønar­hækk­anin verður tá bygd á, at produktiviteturin hækkar, og tí hevur arbeiðs­gevarin ráð at gjalda eina lønarhækkan samtíðis við, at avkastið til hann verður størri.  Kakan gerst størri, og stykkini, sum verða býtt, verða størri. Tað verður sostatt meira til arbeiðsmegina - til arbeiðsgevaran - til íleggjaran - til brúkaran og til skattavaldið. Soleiðis verður fruktin av búskaparvøkstri breidd út í samfelagið til øll, skrivar Hans Jákup Mikkelsen og vísir á, at fyri at fræls kapping skal vera um arbeiðsmegina er neyðugt, at skattaskipanin er eins fyri allar vinnur, tí skattafrádráttur í einari vinnu viðførir, at arbeiðsmegin í hesi vinnu ger ov lítla samfelagsnyttu 

 

 

 

- Um ein sjómaður verður lokkaður inn í eina vinnu við skattalætta so sum DIS, NIS og FAS, er frælsi hins einstaka týnt. Sjómaðurin velur ikki arbeiðs­plássið, tí tað skapar størsta virðið fyri samfelagið, men tí tað gevur hægstu løn eftir skatt, skrivar hann. 

 

 

 

Hans Jákup Mikkelsen heldur tað vera avgerandi, at politiski myndugleikin ikki eggjar sjómanninum at fara til skips við skattalætta. Heldur skal sjómaðurin fara til skips, tí hann hevur hug til tað, og tí hýran er góð.

 

 

- Hetta er ikki eitt álop á teir rasku menn, sum arbeiða úti í heimi. Teir gera tað teimum dámar, og at teir ikki rinda skatt í Føroyum, er ikki teirra avgerð. Hetta er heldur ein áheitan á landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum í mong ár kundi havt broytt hetta bert við einum pennastroki. Men ikki er tað gjørd. Tað er mær ein gáta at eingin politikari tekur hendan skeivleikan uppá tungu, skrivar Hans Jákup Mikkelsen.

 

 

 

Les alla tíðargreinina við at trýsta her.