(VÍF-H71 26-21 (14-9) - hoyr dystarendan og samrøður: Leivur Mortensen, Sjúrður Olsen og samanumtøku hjá Teiti Joensen)
VÍF vann ein ruddiligan og tryggan 26-21 sigur á H71 í fyrstu FM-finaluni av fimm møguligum, ið var leikt í Vestmanna í kvøld.
Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men við støðuna 5-5 dróg VÍF frá H71 og í steðginum var VÍF á odda 14-9. Vestmenningar sleptu ongantíð takinum aftur, og serliga Mladen Mjerimacka í málinum hjá VÍF tók pippið frá hoyvíkingum við nógvum bjargingum.
Liðini hittast í 2. FM-finaluni í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 20. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
VÍF-H71 26-21 (14-9)
Toppskjúttar VÍF: Hallur Árason 7, Filip Jojic 6, Julian Olsen 5 og Niels Jákup Egholm 4.
Toppskjúttar H71: Sveinur Olafsson 6, Leivur Mortensen 5 og Janus Dam Djurhuus 4.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu minuttunum av dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við fimmmálsskjúttan hjá H71, Leivur Mortensen sum var sera vónbrotin um, at hann og liðfelagarnir ikki hildu ta ætlan teir høvdu avtalað undan dystinum. Leivur ásannar, at tað er nógv at bøta um til 2. FM-finaluna komandi mikukvøld.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við navnan og tvímálsskjúttan hjá VÍF, Sjúrður Olsen. Sjúrður Olsen heldur, at sigurin hjá VÍF var ongantíð í vanda, og hann og liðfelagarnir fara eftir einum eins góðum avriki á útivølli komandi mikukvøld.
4) Hoyr viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum dystin. Teitur heldur, at við tí spælinum VÍF vísir nú eru teir greiðir favorittar at fara við FM-gullinum.