Landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabilar

Nú verður skotið upp, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava hvør sín ráðharrabil tøkan

Tað hevur verið frammi fyrr, og nú er tað frammi aftur, uppskotið um, at løgmaður og landsstýrisfólk hansara skulu hava ráðharrabil tøkan.

Tað skjýtur nevndin upp, sum skal geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna. Hendan nevnd skal í hvøjum valskeiði koma við einum tilmæli.

Í nevndini, sum løgmaður tilnevndi í fjør, sita Óli Meinertsson Hansen, Esther Dahl og Christian Danielsen fyri hetta valskeiðið.

Frammanundan hava fýra aðrar slíkar nevndir sitið, og er hetta tað fimta álitið, sum er skrivað. Hendan nevndin hevur valt at leggja dent á hesi evni í sínum áliti:

· At lýsa galdandi lóg, herundir hvørjar broytingar vórðu gjørdar í lógini í 2014;

· at kanna, hvussu broytingarnar eru settar í verk, og hvussu tær virka;

· at dagføra brotini í undanfarnu álitunum um skipanina í Føroyum, samanborið við grannalond okkara og

· at meta um, hvørt tað er tørvur á broytingum í galdandi lóg.

Nevndin handaði løgmanni álitið flaggdagin.

Samanumtikið gevur nevndin løgmanni hesi tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.:

Mælt verður til, at verandi skipan heldur fram á flestu økjum:

· Lønartalvan hjá tænastumonnum landsins eigur framvegis at nýtast sum grundarlag undir lønarsamsýningini til løgmann og landsstýrisfólk (6.2.);

· lønarlagið verður mett at verða hóskandi og eigur tí fyribils ikki at verða broytt (6.3.); og

· eftirlønarskipanin verður mett at verða greið og skynsom og eigur tí at halda áfram (6.7).

Mælt verður til hesar broytingar:

· Løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil tøkan eftir teimum reglum, sum lagt varð upp til í uppruna uppskotinum til lógarbroytingina í 2015 (6.4.);

· nærri reglur um samskiftisútreiðslurnar hjá landsstýrisfólkum skulu ásetast í kunngerð (6.5.); og

· øll lønarinntøka skal verða mótroknað í fráfaringarløn, um so er, at fráfaringarløn verður latin fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn 3 mánaðir (6.6).

 

Uppskotið um at geva løgmanni og landsstýrisfólki ráðharrabilar hevur veirð frammi fyrr, men tað er ikki sett í verk.