Tilflytarar í vesturheiminum flyta árliga 1.500 milliardir krónir til familju í triðja heiminum. Uttan hesar flytingar høvdu heil lond høvdu bukkað undir staðfestir ST stovnur Sambært Heimsbankanum verða upp ímóti 10 milliardir fluttar frá tilflytarum í Danmark til familju í menningarlondunum, skrivar danska blaðið Politiken. Henda upphædd svarar til samlaða danska menningarstuðulin.
Tilflytarar uppihalda á henda hátt ikki bara teirra egnu familju haðani tey eru flutt, men eisini heil lond.
Altjóða gransking vísir at henda pengaflyting er altavgerandi fyri búskapin í menningarlondunum.
Ein altjóða ST kanning vísir, at í 2006 vóru áleið 1.5000 milliardir krónir sendar av tilflytarum í Vesturheiminum til fólk í menningarlondum.
Hetta er tríggjar ferðir størri enn samlaði almenni stuðulin til menningarlondini hetta árið.
Um pengaflytingarnar steðgaðu frá degi til annan, hevði tað ført til bæði búskaparligar og sosialar kreppur. Ikki eftir nøkrum árum, men eftir fáum vikum, sigur Pedro de Vasconcelos, programleiðari landbúnaðarstovninum í ST, sum hevur gjørt kanningina.
Hann kallar pengaflytingarnar fyri ?menniskjaliga andlitið hjá altjóðagerðingini?
Ein beiggi, systir, mamma ella pápi eru flutt ella flýggjað til eitt ríkari land, har tey kunnu fáa eitt arbeiði. Og tá tey hvønn mánaða fáa sína løn, senda tey ein part av lønini heim. Og í fátæka triðja heiminum kunnu hundrað krónur gera munin millum hungursneyð og mat í munnin.
Kanningin vísir, at 80 til 90 prosent av pengunum fara til heilt grundleggjandi tørvir sum mat, medisin og útbúgving. Restin verður brúkt til at gera íløgur í íbúðir ella smærri fyritøkur.