Starvsfólk í Litaval í Runavík fingu ein skelk, tá tey møttu til arbeiðis mánamorgunin eftir vikuskiftið.
Innbrot hevði verið í handlinum, og innbrotstjóvurin hevur stolið 10.000 krónur frættist av løgreglustøðini inni í Runavík. Innbrotið er framt mánamorgunin nakað fyri klokkan 5.
Gerningsmaðurin er sloppin inn í handilin gjøgnum bakdyrnar. Hann hevur brotið rútin í hurðini og latið lásið upp innanifrá. Síðani hevur hann brotið kassatólið upp við eini jarnstong, har hann tók 5.000 krónur. Síðani er hann farin inn á skrivstovuna, har hann fann 5.000 krónur í eini skuffu. Soleiðis fekk hann 10.000 krónur tilsamans.
Heldur fram
Bygningurin, har Litaval heldur til, hevur tríggjar hæddir. Tjóvurin heldur seg ikki hava fingið nóg mikið, og tí fer hann inn í miðhæddina at leita eftir peningi. Íbúðin stóð ólæst, og tí slapp hann ótarnaður inn. Hann kom inn í eitt vaskirúm, og har stóð eitt ólæst pengaskáp.
Ein kvinna í íbúðini hoyrir larmin og fer upp at kanna málið. Tá hon kemur út, sær hon ein ungan myrkhærdan mann, sum hon metir er í aldrinum 18 til 20 ár. Hann sleppur sær beinanvegin til rýmingar. Eingin peningur var í pengaskápinum, men maðurin stóð og leitaði í teimum pappírum, sum har lógu.
Løgreglan leitar eftir manninum, tí hon hevur eina lýsing av honum, sum kvinnan hevur greitt frá. Tað var myrkt, og tí sá hon ikki allar smálutir. Ongar aðrar slóðir eru tó at ganga eftir enn. Løgreglan hevur tikið nakrar lutir, sum tjóvurin kanska hevur nomið við, og kannar teir fyri fingramerki.
Fleiri størri innbrot hava verið seinastu tíðina, har tjóvarnir eru slopnir avstað við nógvum peningi. Løgreglan hevur ongantíð funnið gerningsmenninar, men í hesum føri eru vónirnar betri, tí kvinnan hevur sæð mannin.