Í løtuni eru 24 fastbúgvandi fólk á norðastu bygd á Kalsoynni, Trøllanesi. Og ikki færri enn 10 av teimum eru 12 ár og yngri.
? Tað hevur altíð verið upp og niður, hvussu nógv børn hava verið í bygdini. Tað hevur víst seg at verða ávís tíðarskeið, tá ið tað hava verið nógv børn, og onnur tíðarskeið, tá ið næstan eingi børn hava verið í bygdini, sigur Jógvan Joensen í Innistovu í Trøllanesi.
? Tað vísir seg, at tey flesu eru smá í senn, og so er eitt tómróm, áðrenn nøkur børn koma aftur.
Ikki grundarlag
fyri nógv fleiri
Sjálvt um tað í hesari - eini av teimum smæstu bygdunum í Føroyum - eru heili 10 børn av 24 íbúgvarum, so heldur Jógvan tó ikki, at tað er so øgiliga nógv at tosa um.
? Tá ið eg sjálvur var smádrongur her í bygdini, vóru vit nógv fleiri børn. Í einum tíðarskeiði uppá 26 ár vóru 26 børn í fýra húsum. Men sjálvandi, tá var fólkatalið eisini meir enn tað er í dag.
Jógvan heldur tó ikki, at tað er grundarlag fyri nógv fleiri íbúgvarara í bygdini. Í øllum førum ikki, um tey bara skulu hava landbrúkið at liva av.
Og tað er ikki nógv annað enn landbrúk, sum fólkið livir av á Trøllanesi. Teir eru tríggir bøndur í bygdini. Okkurt lítið annað arbeiðið er eisini. Ein koyrir post út, ein ansar eftir vitanum á Kallinum, onkur hevur nakrar tímar sum heimahjálp, sonur Jógvan arbeiðir sjálvur sum jarnsmiður, og onkur ferðast eisini til Klaksvíkar at arbeiða.
Jógvan heldur, at tað er eitt rímiligt tal av fólki, sum býr í bygdini í løtuni. Um tað verða nógv fleiri, so verður bara minni í part.
? Tað vísir seg eisini á tí uppvaksandi ættarliðnum, at tað eru nøkur, sum festa búgv her, meðan avlopsfólkið ferð aðrastaðir; tey flestu teirra til Klaksvíkar.
? Nógvir av mínum javnaldrum byrjaðu við at sigla úti, men løgdust so uppá land aftur. Teir flestu av teimum búgva í Klaksvík í dag.
Eins nógv
sum í Klaksvík
Men sjálvt um Jógvan roknar við, at nøkur av børnunum sum vaksa upp í bygdini festa búgv aðrarstaðir í landinum, tá ið tey verða vaksin, so heldur hann tó ikki, at bygdin verður avtoftað.
? Nei, tað haldi eg ikki. Tað er gott at búgva her, og vit hava tað gott. Í framtíðin verður eisini brúk fyri fólki her í bygdini.
? Sjálvt um tað kanska er eitt sindur dýrari at keypa vanligar vørur her, so keypa vit ikki so nógv, sum kanska verður keypt í størri plássum, har fleiri handlar eru. Tá ið vit fara til handils, keypa vit tað, vit hava brúk fyri, men ikki meir. Í størri plássum trúgvi eg, at man verður freistaður at nýta nógv meiri pening. Sjálvt um vørur eru eitt sindur dýrari her í oynni, so vinna vit tað inn aftur við at vit brúka minni. Sjálvur gangi eg vanliga heldur ikk við pengum uppá mær.
Eitt annað sum eisini kundi verið tikið sum tekin um, at bygdin heldur ikki fer at doyggja út, er nýbyggjan. Tølini eru kortini ikki tey stóru, men kortini, tá ið ein kann samanbera seg við Klaksvíkina, so kann tað tó siga nakað um støðuna.
So stutt síðani sum í 1994 varð seinasta hús bygt í Trøllanesi. Tað var sonur Jógvan, sum bygdi. Hetta sama árið vóru eins nógv hús bygd í Klaksvík sum í Trøllanesi - eisini eitt.
Slaktað sjálvir
Jógvan festi Kalsgarð sum 31 ára gamal. Tað eru í ár 30 ár síðani, og hevur hann sostatt nærum helvtina av lívinum staðið við ábyrgdini av garðinum. Sjálvur Kalsgarður er 5 merkur og 12 gyllin. Nakað er útskift og tilsaman eru 8 merkur. Jógvan hevur 20 neyt, harav 8 - 10 eru mjólkineyt, umframt einar 150 seyðir.
? Um vit høvdu fingið loyvi til tað, høvdu vit eisini havt fleiri mjólkineyt. Men tað er soleiðis, at kvota er sett á, og vit sleppa ikki at hava meir.
Allir tríggir bøndurnir á Trøllanesi hava mjólkineyt - eini 20 tilsaman. Mjólkineytini í Trøllanesi eru eisini tey einastu í oynni. Teir hava mjólkitanga at goyma mjólkina í, og nakrar ferðir um vikuna verður hon førd til Havnar.
Alt slaktið verður tó gjørt í bygdini. Neytini hevur hann slaktað, sum hann altíð hevur verið vanur, í bygdini. Hann tekur sær eisini av søluni, sum mest fer til Klaksvíkar.
? Nú er slaktihús komið í Hósvík, men vit hava ikki slaktað nakað har enn. Men kanska vit fara at gera tað einaferð í framtíðini, sigur Jógvan.