10 fingu bót fyri at tosa í telefon

Løgreglan gjørdi í gjár eitt ótak ímóti fartelefonum í ferðsluni

Tá løgreglan í gjár hevði eitt átak ímóti nýtslu av fartelefon í ferðsluni vórðun 10 mál skrivað. Tað vóru 10 bilførarar, sum tosaðu í handhilndari fartelefon, meðan teir koyrdu bil.

Harumframt varð ein skrivaðu fyri ikki at nýta trygdarbelti.

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan steðgaði eini 25-30 bilum, so tí var talan um ein stóran  prosentpart, sum breyt lógina viðvíkjandi fartelefon og bilkoyring.

Seinnapartin í gjár boðaði løgreglan frá, at ein Leirvíkstunnilin var stongdur. Orsøkin var, at ein betongbilur hevði mist betong á vegin. 

Vaktleiðarin sigur, at talan var ikki um stórar nøgdir, og at eingin verður skuldsettur í málinum. Talan var um ein tekniskt óhapp, sum eingin kann revast fyri.

Tá betong kemur á vegin og tornar, so støvar tað illa, og tí var neyðugt at spula tað burtur, og fyri at tað kann gerast trygd, so var neyðugt at steingja tunnilin.