Partarnir umrøddu møguleikarnar at menna tættari samstarv á ymsum økjum, so sum marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning, fiski- og sjóvinnu, tøkni, skipasmíð, snildhavnir o.a. Serstakliga varð føroyska ynskið um fríhandil umrøtt, og semja var um, at tað er ynskiligt at greiða gøtur fyri at lætta um fiskaútflutning til Suðurkorea.
Greitt er, at týdningarmiklir kappingarneytar hjá Føroyum hava tollfrælsi til suðurkoreanska marknaðin, og tískil er tollfrælsi fyri føroyskar fiskavørur eitt týdningarmikið mál. Hetta er ein tilgongd, ið arbeitt verður víðari við.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er jaligt, at áhugi er fyri at finna loysnir, og at vit síggja vilja hjá suðurkoreansku skipanini at fara inn í eina tilgongd við hesum fyri eyga.











