Birgir Kruse:
"The Odyssey" er besti filmur beint nú. Eingin ivi um tað. Hann gongur í Føroya seinasta biografskansa, Havnar Bio. Skalt tú síggja bara ein film í ár, ella í fleiri ár, so er hesin eitt gott, kanska besta, uppskot. Prísurin er 115 krónur og hóast avgjørt ikki barnafilmur, verður hann sýndur uttan aldursmark. Í Danmark, hagani undirtekstirnir koma, er aldursmarkið ellivu ár. Filmurin hevur enskan dialog, og er leysur av forngrikskum kvæðastevi. Bara í einum lítlum sekvensi hoyra vit ein vitugan mann siga nakað á forngrikskum. Tað er sum at vera aftur í tímunum hjá Hans Jacob Debes og Arnbirni Mortensen í Hoydølum í sjeytiárunum. Lærugreinin er fornaldarfrøði, ein av teim heilt góðu, men kortini varð hin fyrsta, ið effektivitetsfyristingin av skúlaverkinum skar burtur.
Les alt ummælið beint her: Hetjuhamar í hópatali











