10 reyð kort!

Eftir 4 umfør í Effo-deildini, eru heili 10 reyð kort komin. Hetta er eitt óvanliga høgt tal

Kappingarárið í føroyskum fótbólti í ár, er byrjað fyrr enn nakrantíð. Ongantíð áður hava týðandi dystir verið spældir so tíðliga í mars mánað, og er hetta ein kollvelting fyri føroyskan fótbólt.

 

Sjálvt um fleiri góð ting eru við, at liðini eru byrjaði so tíðliga við at venja og fyrireika seg til kappingarárið í ár, eru eisini onnur keðilig ting.

 

Eitt av teimum heldur keðiligu punktunum er tað, at tað í ár eru givin óvanliga nógv reyð kort. Heili 10 ferðir hevur reyða kortið verið á lofti, og í 6 av teimum førunum hevur talan verið um beinleiðis reytt kort.

 

Til samanberingar kann sigast, at aftaná alt kappingarárið í 2014, komu 22 reyð kort.

Um gongdin heldur á fram sum nú, so verður talið á reyðum kortum eftir kappingarárið í 2015 uppi á 67 reyðum kortum!

 

Seinni í kvøld fara vit at hava samrøðu við ein av fremstu dómarunum í Føroyum, Petur Reinert, umframt venjaran hjá oddaliðnum í Effo-deildini, Trygva Mortensen, ið úttala seg um, hví so nógv reyð kort eru komin so tíðliga í kappingini. 

 

Reyð kort í Effo-deildini higartil í ár:

 

1 umfar: Adeshina Lawal (ÍF), Martin Tausen (TB), Albert Adu (TB), Lukasz Cieslewicz (B36)

 

2 umfar: Einki reytt kort

 

3 umfar: Høgni Madsen (FC Suðuroy), Valerian Iobashvili (FC Suðuroy), Jens Joensen (NSÍ)

 

4 umfar: Hanus Thorleifsson (B36), Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy), Jonas Flindt Rasmussen (KÍ)