10 tilburður við koronu í gjár

Í gjár vóru 10 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.

615 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 87 smittað í Føroyum.

 

Í løtuni eru 87 fólk smittað í Føroyum, og 187 fólk sita í sóttarhaldi. Tilsamans eru 1350 fólk smittað, og 1261 teirra eru frísk aftur.