Klaksvík:
Við gamla bátinum hjá Norðoya Fornminnafelag róðu átta mans frá Blikksmiðjuni og yvir til dráttin uttan fyri kappróðrarneystið. Har varð báturin drigin upp á land og fingin á ein vogn. Helst tað einasta tekinið um, at hetta ikki gekk fyri seg fyri 100 árum síðani.
Síðani gingu tey yvir í móti rundkoyringini á posthúshorninum, har tey bíðaðu eftir skrúðgonguni.
Tá hornorkestrið var farið framvið, fóru fólkalívsmyndirnar við í skrúðgonguna, meðan skótar, ítróttarfólk og fólk á hestbaki gingu aftaná niðan í Vágstún.
Tá fólkafundurin var av, gingu tey úr Vágstúni yvir á fótbóltsvøllin, har framsýningin fór fram.
Veðrið var so toluligt hesa løtuna, og tað var sera áhugavert at síggja hesi fólkini.
Bátsmanning, dragarar, stásfólk, grindamenn, neytakonur, sløttumenn, hoykonur, torvfólk, veltingarfólk, fleygamenn og línuberarar, fjallmenn og smábørn. Øll í klødd sum fyrr í tíðini. Bátsmanningin sat í bátinum, meðan dragararnir drógu hann aftaná.
Jógvan Ravnsfjall greiddi frá, meðan fólkini vístu, hvussu arbeitt varð fyri umleið 100 árum síðani í Føroyum. Øll vóru íklødd sum fyri 100 árum síðani ? bæði børn og vaksin. Og tað sást eisini, at fleiri av teimum eru von við at vera við til hesa framsýningina. Onkur teirra hevði enntá verið við hvørja ferð, síðani fólkalívsmyndirnar vórðu sýndar fram av fyrstan tíð.
Upprunin til fornminnafelag
Fólkalívsmyndirnar eru upprunin til Norðoya Fornminnafelag, og vóru tær fyrstu ferð at síggja í 1960. Tá var tað Robert Joensen, sum stóð fyri. Sami Robert tók árið eftir saman við Margit Joensen og Nikláa Poulsen, stig til at stovna eitt felag, sum kundi varðveita øll hesi klæðini og amboðini. Og tað var Norðoya Fornminnafelag.
Fólkalívsmyndirnar hava síðani verið javnan at sæð á norðoyastevnu. Seinast undan hesuferðini í 1995.
Jógvan Ravnsfjall sigur, at flestu av fólkunum eru tey somu.
? Fleiri eru jú eld nógv, men eg haldi ikki, at tað var nakar stórur trupulleiki at finna fólk til framsýningina, sigur hann.
Hann veit ikki at siga, nær fólkalívsmyndir aftur verða á skránni, tí tað er ikki nakað ávíst mynstur.
? Tað er sera tilvildarligt, nær tær eru. Í ár eru tað níggju ár síðani seinast, sigur Jógvan Ravnsfjall.