Bakkafrost er ein av teimum heilt stóru arbeiðsgevarunum í Føroyum. Í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fram á aðalfundinum í gjár, sæst, at tilsamans 1.000 fólk vóru á lønarlistanum hjá felagnum í fjør, og at tað svaraði til 640 fulltíðarstørv.
Bakkafrost er virkið um at kalla alt landið. Fyritøkan hevur 18 aliloyvi, sum eru við Svínáir, á Lambavík, undir Síðu, á Gulanum, í Hvannasundi, við Kunoyarnes, á Borðoyarvík, í Hvanmasundi suður, á Gøtuvík, á Fuglafirði, á Árnafirði, í Funningsfirði, Haraldssundi, Hvannasndi norður, á Selatrað, við Kolbanargjógv, á Kaldbaksfirði og Undir Nesi. Herumframt eigur Bakkafrost 49 prosent av felagnum Faroe Farming, sum hevur aliloyvi á Drelnesi, í Hovi og í Lopra.
Umframt alistøðirnar á sjónum hevur Bakkafrost smoltstøðir á Norðtoftum, á Húsum, í Svínoy, við Gjógv, á Glyvradali og á Viðareiði.
Bakkafrost hevur kryvjivirkir í Klaksvík, á Strondum og í Kollafirði, og Faroe Farming hevur kryvjivirki í Suðuroy. Góðskingarvirkini hjá felagnum eru í Fuglafirði og á Glyvrum, har umsitingin og søludeildin eisini halda til.
Til at røkja tær nógvu alistøðirnar hevur Bakkafrost teir fýra brunnbátarnar Grønalíð, Stigabrúgv, Vesthav og Víkingur.