Møbilketan - Jysk - hevur boðað frá, at allir 105 handlarnir hjá fyritøkuni í Noregi fara at hava stongdar hurðar í morgin, leygardagin 22. oktober.
Orsøkin er, at øll starvsfólkini hjá Jysk í Noregi eru boðin í ársveitslu í Oslo í morgin.
Men, hóast handilshurðarnar ikki vera opnar í morgin, verður nethandilin kortini opin.
- Vit brúka eina rúgvu av pengum til veitslutiltakið - umframt, at allir okkara handlar í Noregi eru stongdir í morgin.
Leiðarin hjá Jysk Norge, Martina Pohjanen, sigur, at samtakið vil geva starvsfólkunum eina góða uppliving og takka teimum fyri gott arbeiði.
Martina Pohjanen sigur seg fegnast um, at so mong vilja taka túrin til Oslo og verða við í risa stóru veitsluni fyri starvsfólkunum hjá Jysk Norge.