11 ára gamal fleyg uttan ferðaseðil og pass

Tað eydnaðist í gjár einum 11 ára gomlum drongi at sleppa við einum flogfari frá Manchester til Rom, hóast hann hvørki hevði ferðaseðil ella pass.

Løgreglan sigur, at Liam Corcoran hevur sera stóran áhuga fyri flogførum. Tá hann var í einum handli saman við mammu síni, fekk hann brádliga tað hugskotið at rýma frá henni. Hann kvikaði sær út á flogvøllin og við at halda seg tætt at einari familju eydnaðist tað honum at sleppa ígjøgnum trygdareftirlitið og upp í sjálvt flogfarið uttan ferðaseðil ella pass.

Á ferðini til Rom undraðust summi ferðafólk á, at tann 11 ára gamli drongurin ferðaðist einsamallur, so tey varskógvaðu manningina. Endin varð, at flogskiparin setti seg í samband við myndugleikarnar niðri á jørðini, sum sendu boð eftir løgregluni.

So tá flogfarið hevði sett seg í Rom, stóð løgreglan fyri Liam Corcoran, sum varð sendur aftur til Manchester við sama flogfari. Har tók mamman ímóti honum klokkan níggju í gjárkvøldið.

Liam Corcoran fekk sína flogferð, men hon kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri starvsfólkini hjá flogfelagnum Jet2. Fyribils eru nøkur teirra send til hús, meðan málið verður kannað.