Um tú atkvøddi fyri Javnaðarflokkinum seinast, og tær dámar floksins ætlanir um samstarv og dialog mótvegis dønum og tekur tú frástøðu frá konfrontatiónspolitikkinum hjá hinum flokkunum?? Ja so kann Javnaðarflokkurin halda fram við røðini av stórum úrslitunum, sum eru nádd síðan Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð fekk umboðan á fólkating, tá P. M Dam varð valdur í 1948.
Suðuroyingar tit kunnu avgera hetta valið!! Tí vil eg heita á øll hesu 1115 - og helst fleiri afturat - um at fara á val tórsdagin og velja Javnaðarflokkin.
Við vón um eitt spennandi og gott val-helst fyri Javnaðarflokkin.