Løgreglan hevur nú tikið 114 sett av nummarplátum

Aktstovan læt í vikuni løgregluni sløk 800 mál um nummarplátumiss, og í tvær nætur hevur løgreglan tikið tilsamans 114 sett

Á løgreglustøðini eru ikki nógv tíðindi at frætta í morgun.

 

Tað, sum hevur fylt eitt sindur seinastu tvær næturnar, eru nummarplátur, sum Akstovan hevur biðið løgregluna tikið.

 

Orsøkin er, at vektgjøld ikki eru goldin, tryggingarviðurskifti ikki eru í lagi - ella, at bilurin ikki er møttur til sýn.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tilsamans 27 bilar mistu pláturnar í nátt, tá tey vóru úti við saksinum.

 

Næst síðstu nátt var talið 87, sum í hesum høpi er eitt óvanliga stórt tal.

 

Soleiðis hevur løgreglan seinastu tvær næturnar tikið tilsamans 114 sett av nummarplátum.

 

- Í nátt var talið so væl minni enn næst síðstu nátt, so vónandi hava fleiri bileigarar nú fingið síni viðurskifti í rættlag.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at allar hesar pláturnar eru tiknar í miðstaðarøkinum - ella í Havn, sum løgreglan sigur.