VIDEO: Durita Hummeland hevur góðar vónir

Í morgin klokkan 17 spælir kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst móti Georgia

Mynd: FSF varpið

FSF skrivar:

 

Kvinnulandsliðið leggur í løtuni alla orka í fyrireikingarnar til dystin móti Georgia, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17:00

 

——————

 

Farna týsdag tapti føroyska kvinnulandsliðið tepurt fyri Grikkalandi. Úrslitið gjørdist 3-2 til grikkar, eftir at støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.

 

Men longu leygardagin klokkan 17:00 skulu føroysku kvinnurnar aftur í eldin, tá Georgia kemur á vitjan á Tórsvølli.

 

Áðrenn venjingina á middegi hósdagin fekk FSF varpið orðið á Duritu Hummeland, ið hevur góðar vónir til dystin móti Georgia:

 

##med2##

 

Mynd: FSF varpið