12 føroysk mál tá Stjarnan tapti tepurt á útivølli

Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir skutu næstan helvtina av málunum

Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir gjørdu aftur vart við seg, tá Stjarnan spældi dyst á útivølli móti Selfossi í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Stjarnan tapti dystin tepurt 28-29. Heimaliðið var á odda 14-12 í steðginum.

 

Natasja og Inga Maria skutu seks mál hvør, also nærum helvtina av málunum hjá Stjörnuni.

 

Stjarnan hevur tó enn fyrsta sigurin til góðar aftaná fimm umfør. Tær eru aftast í deildini við ongum stigi.

 

Leygardagin 25. oktober spælir Stjarnan dyst á útivølli móti Haukum.