Tíðindaskriv:
Okkara útisetar spenna bogan væl á Vesterbrogade 17A, har Føroyahúsið borðreiðir við sterkari og vakrari mentan. Tey gleða seg og vænta væl av gestum til fjølbroyttu og ókeypis føroysku skránna, sum tey siga er væl sniðgivin og lýst - eisini í donskum miðlum.
Føroyahúsið er opið sum vanligt frá klokkan 13 við kaffistovu, barr og sølu av ymsum góðum. Eisini er hugnaligur havi í innara garðinum, har hann sigur frá turrum veðri við 15 hitastigum, sól og skýggjað.
Skráin og tiltakið byrja klokkan 18 við góðari fiskasúpan. Klokkan 19 verður intimkonsert við Stanley Samuelsen. Kendi fuglfirðingurin, sum um hálvt ár verður 75, telist við sínum framúrskarandi fingraspæli enn millum fremstu akustisku gittarleikarar. Hann syngur síni kendu føroysku løg umframt sangir eftir The Beatles.
Húsakórið framførir spennandi og óvæntað verk, har tey seinastu tíðina hava ment seg við mongum ungum kreftum - tó at tey sakna mannfólk sum tenorar. Klokkan 21 fer nýskapandi listanavnið Bjork.L á pallin við bólki at spæla útgávukonsert.
Kvøldið rúmar sjálvandi eisini almenna føroyska dansinum, sum Fótatraðk skipar. Kendi felagssangurin er eisini mentanararvur - nú við nýggjum, ungum kreftum við Rasmusi á Fríðriksmørk Borðoy á harmoniku og Kjartani Torbensson sum forsangara. Hesir hava vant saman og smíðað og prentað nýggj sanghefti til fjøldina og hesa ríku mentanarnáttina.
At enda flytur DJ Peddaba, aka áðurnevndi Rasmus, fram føroyskar landaplágur, sum vit eisini kunnu gleða okkum til. Listina í stovuni hevur Jógvan Andrias á Brúnni málað. Kelda og samskiparar eru FO Invasion við esj í tøttum samstavi við nýggja leiðaran í Føroyahúsinum, Andrias Olsen.
##med2##
##med3##
Sí nærri leiðbeining og klokkutíðir á: