120-daga reglan skal burtur

Hans Pauli Strøm skjýtur upp, at 120-daga reglan á arbeiðsmarknaðinum verður tikin burtur, og at størri fyrilit verður víst teimum, sum gerast sjúk

Fólk, sum gerast sjúk ella skadd í longri tíð, skulu ikki blakast til hús og missa møguleikan at koma aftur til arbeiðis. Tað heldur Hans Pauli Strøm, løgtingmaður, sum vil hava landsstýrið at broyta starsfólkalógina, so tann sokallaða 120-daga reglan verður strikað úr lógini.

120-daga reglan ásetir, at ein arbeiðsgevari kann siga einum starvsfólki upp við 1 mánaða freist, um starvsfólkið hevur havt 120 sjúkradagar í einum ári og kortini fingið løn alla hesa tíðina. Hans Pauli Strøm skjýtur upp, at landsstýrið strikar hesa regluna og gevur teimum sjúkrameldaðu ein møguleika afturat.

Sum nýggj regla kann verða ásett, at arbeiðsplássið og Almannastovan í felag royna at fyribyrgja uppsøgn og í øðrum lagi, at uppsagnartíðin ikki er styttri enn 4 mánaðir, sigur Hans Pauli Strøm í viðmerkingunum til uppskotið.


Sosial ábyrgd

Javnaðartingmaðurin sigur, at hendan nýggja reglan í lógini er at skilja sum ein grein um sosiala ábyrgd á arbeiðsplássinum.

Almennu arbeiðsgevararnir kunnnu ganga á odda við at skipa eitt sjúkraráð á almennu arbeiðsplássunum, so sleppast undan uppsøgn orsakað av sjúku.

Í sjúkraráðnum kunnu sita umboð fyri arbeiðsgevaran, fakfelag ella álitisumboð og ein sosialráðgevi frá Almannastovuni. Uppgávan verður at skipa fyri, at arbeiðsuppgávur og arbeiðstíð verður lagað til brekið hjá tí, sum gerst sjúkrameldaður. Møguleiki eigur eisini at vera fyri vardum starvi hjá teimum, sum eru sjúk í longri tíð, heldur Hans Pauli Strøm.

Tingmaðurin sigur, at fólk, sum gerast sjúk, ikki eiga at verða uppsøgd, men í staðin fáa møguleika av varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

- Tað er ein ógvuslig hending hjá fólki, sum hava havt fast tilknýti til eitt arbeiðspláss í drúgva tíð, og í hesum tíðarskeiði eisini hava bygt upp eina uppsagnarfreist, bara at verða uppsøgd við 1 mánaða freist, um tey gerast sjúk eitt longri tíðarskeið. Fyri tað fyrsta verður tann uppsagnarfreistin, tey annars hava vunnið sær rætt til, tikin frá teimum, tí uppsagnarfreistin í vanligum førum er nógv longri. Fyri tað næsta verða tey koyrd til hús uttan fyrilit fyri teirra egnu støðu, og fyri tað triðja missa tey ikki bara tilknýtið til arbeiðsplássið, men til arbeiðsmarknaðin yvirhøvur, sigur hann í viðmerkingunum.


Góðar royndir

Hans Pauli Strøm sigur, at onnur lond hava havt góðar royndir av at taka 120-daga regluna úr lógini og í staðin gera eitt sjúkraráð á almennu arbeiðsplássunukm.

- So leingi 120-daga reglan var galdandi, hevði arbeiðsplássið eina passiva støðu til sjúkrafráveruna og lat standa til. Tá teir 120 dagarnir vóru farnir, vórðu fólk uppsøgd. Nú 120-daga reglan er burtur, og sjúkraráð er skipað á arbeiðsplássinum, verða longu tíðliga í eini sjúkraráveru tikin aktiv stig til at broyta viðurskiftini, sum elvdu til sjúkrafráveruna. Og tað kunnu vera viðurskifti bæði hjá tí sjúka og á arbeiðsplássinum, sigur Hans Pauli Strøm.

- Tingmaðurin heldur, at tað eigur at vera høvuðstátturin í einum virknum starvsfólkapolitikki ? og uppsagnarpolitikki - at skapa fortreytir á arbeiðsplássinum fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, og tað er tað, sum uppskotið miðar ímóti, sigur hann.