Í august mánaði næsta ár verða 120 løgreglufólk úr Danmark at síggja á Tvøroyri, har tey skulu taka lut í rennikapping.
Tvøroyar kommuna skrivar, at seinastu dagarnar hevur Erik Flarup, kortteknari úr Skive, gingið runt í Tvøroyri við GPS'ara, penni og pappíri, har hann hevur teknað rutuna til "Bakskuldløbet", sum tað eitur.
Tað er Esbjerg politiforening, ið skipar fyri renningini.
Rennikappingin er sera væl umtókt millum løgreglumenn í Danmark og stutt eftir at møguligt varð at melda seg til kappingina, vórðu øll 120 plássini umbiðin, sigur Tvøroyar kommuna, sum leggur aftrat, at fyrireikararnir hava gjørt greitt, at føroyingar er meira enn vælkomnir at melda seg til renningina, og í næstum verður kunnað, hvussu tilmelding fer fram.
Tvøroyrar kommuna, sum hevur hjálpt og stuðlað Eriki Flarup, meðan hann hevur verið og gjørt mátingar og tekningar, hevur fingið eitt prát við kortteknaran.
Vit hittu Erik í Tarvafjósinum á Hamri, ið var hansara heim hesar dagar hann var á Tvøroyri.
Hann hevur havt til uppgávu at kortleggja ruturnar, ið skulu brúkast til rennikappingni. Hetta er sera tíðarkrevjandi arbeiði og nógv orka verður løgd í tað.
Fryntligi danin sigur, at hann longu sum ungur hevði áhuga fyri vitarenning og at tekna kort. Hann hevur verið til okkurt einstakt korttekniskeið, men annars er hann sjálvlærdur kortteknari og hevur tikist við tað síðan 1986. Í dag teknar hann kort fyri fleiri rennikappingar í Danmark og hevur eisini hjálpt til við korttekning hjá løgregluni, í serligum førum.
Nú hann er pensjóneraður, so teknar hann kort burturav heima, har hann býr í Skive.
Á túrinum í á Tvøroyri, hevur hann gingið okkurt um 125.000 fet uppá 8 dagar, t.v.s. uml. 60 kilometrar, har hann alla tíðina hevur skrivað niður og merkt upp við gps-inum. Kortini hann framleiðir, eru sera nágreinlig allan vegin ígjøgnum.
Erik lat væl at umstøðunum her og í Føroyum sum heild. Her er lætt at koma runt, eingi trø og eingi stór vátlendi, tó er lendið sera óslætt í mun til Danmark.
Erik sigur, at tað, ið hann hevur heft seg mest við, er hvussu vinalig fólk eru. Øll hava verið blíð og fyrikomandi og hava latið hann ganga ígjøgnum teirra stykki, tá hann skuldi gera mátingar. Týsdagin fór hann til Havnar at gera nakrar mátingar afturat, áðrenn hann fer aftur til Danmarkar at gera seinastu fyrireikingarnar.