120 tons fyri tvær miljónir krónur

Besti toskaprísur í gjár var 19,52 og besti hýsuprísur var 14,97 krónur fyri kilo.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 120 tons av fiski fyri stívliga tvær miljónir krónur. Tað gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 17,37 krónur fyri kilo.

 

Mest var av toski, harav nógv mest var av toski 3, 33 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 16,48. Besti miðalprisur á toski var 19,52 kónur fyri kilo av toski 1, men her var bert talan um stívliga 1,1 tons.

 

Stívliga 16,8 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 12,97. Besti miðalprísur á hýsu í gjár var 14,97 krónur fyri kilo fyri 8,1 tons av hýsu 3.

 

Á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár vóru eisini nøkur tons av svartkalva, harav stívliga 6,5 tons vóru av svartkalva 3, sum fekk miðalprísin 31,02 krónur fyri kilo.

 

Nøkur fá tons vóru av reyðsprøku og tungu. Reyðsprøka fór fyri miðalprísin 9,13, og tunga fór fyri stívliga 29 krónur í miðal fyri kilo.