Í morgin verður stóra brakið í saltsiloini á Tvøroyri, og undirtøkan hevur verið ógvuliga stór. 1200 fólk hava ognað sær atgongumerki til tiltakið. Í morgin verður stóra konsertin á Tvøroyri, Salt í Sárið, sum fer at bjóða heili 1200 fólkum vælkomnum.
Undirtøkan hevur verið góð, og allarhelst er tað eisini ein fyrimunur, at Smyril siglir norður til Havnar stutt eftir, at tiltakið er liðugt.
Av Tvøroyri skilst, at bygdin longu er á tremur við fólki, og at enn fleiri væntast at koma suður í morgin.