13.000 fremmand tons undir Føroyum

Fiskiveiða: Ein uppgerð yvir útlendsku veiðuna í okkara sjóøki vísir, at í januar mánaði fiskaðu útlendsk fiskifør íalt 13.217,1 tons. Samanlagt varð talan um 770 fiskidagar.

Av hesum áttu russar meginpartin, tí teir henda mánaðin fiskaðu 11.450 tons av svartkjafti hjá okkum.
Yvirlitið vísir, at norðmenn veiddu næstmest í okkara sjóøki. Í farna mánaði fiskaðu norsk skip m.a. 679 tons av brosmu, 643 tons av longu, 125 tons av toski og 119 tons av hýsu.
Skip úr ES-londunum hava eisini fiskað her, og er tað serliga fronsk skip sum hava verið til fiskiskap í farna mánaði. Fronsk skip veiddu hetta tíðarskeiðið 47 tons av blálongu, sløk 40 tons av langasporli og 17 tons av øðrum fiskasløgum.
Annars vísur yvirlitið, at einki varð fiskað av sild, makreli, rossamakreli og prikkafiski. Í januar varð heldur eingin brugdulivur tikin.
Tað eru serliga bretsk, fronsk, norsk og russisk fiskiskip sum hava roynt í okkara sjóøki hetta tíðarskeiðið. Samstundis hevur einki skip úr Hollandi, Danmark, Týsklandi, Írlsandi, Estlandi, Japan, Grønlandi ella Íslandi verið her.