13 árs síðani 6. oktober

Tað kom sum ein skelkur gjøgnum føroyska samfelagið, tá tíðindini bórust tann 6. oktober í 1992, at Sjóvinnubankin var farin av knóranum - og kortini varð bjargaður.

Júst hesin dagurin, 6. oktober, var ímyndin av kreppuni, sum síðani rættuliga fekk hvørkratak um føroyska samfelagið.
Longu aftur í januar í 1993 var aftur galið _ og tá við báðum bankunum, Sjóvinnubankanum og Føroya Banka sum seinni hetta várið vórðu lagdir saman í ein banka, har Fíggingargrunnurin av 1992 átti allan partapeningin.
Sosialurin hevði sum vera man hesi tíðindi sum høvuðssøgu og einastu søgu á forsíðuni hendan dagin.
Blaðið skrivaði: »Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað ígjár frættist, at kreppuloysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka«
Helgi Fossádal, sum var stóri í Fossbankanum segði við blaðið, at hann harmaðist tað, sum hent var, men at hann bert kundi vóna, at fólk nú aftur fingu álit á føroyska peningamarknaðinum, sum hann helt vera rættiliga tiltrongt.
Atli Dam, løgmaður, segði við Sosialin, at talan var um eitt val millum pest og kolera. Løgmaður og Jógvan Sundstein, vóru nærmast á nátt róptir til danmarkar at viðgera støðuna, sum bankarnir vóru komnir í.
_ Einhvør kann ímynda sær,a thvørja avleiðingar tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið, um annar av bankunum stongdi, segði Atli Dam í samband við ta avtalu, sum gjørd var millum danskar myndugleikar og landsstýri um at forða fyri, at Sjóvinnubankin stongdi.