13,5 milliónir meiri í kommunuskatti

Tórshavnar kommuna eigur lítlan helming av hægri inntøkuni fyrsta fjórðingsár

Higartil í ár eru 13.403.330 fleiri krónur runnar niður í kommunukassarnar í skatti, enn talið var fyrsta fjórðingsárið í fjør. Tað vísir fyribils uppgerðin hjá TAKS. Meirinntøkan svarar til 3,99 prosent.

Størstu meirinntøkuna í krónum eigur Torshavnar kommuna, har vøksturin er 13.403.330 krónur ella 4,32 prosent.

 

Lutfalsliga størsti vøksturin er í Húsa og Kunoyar kommunum, har vøksturin er ávikavíst 22,1 og 21,16 prosent. Har eru skattatølini ikki so stór. Framgongdin er ávikavíst 67.603 krónur og 159.519 krónur.

 

Flestu kommunurnar hava fingið hægri inntøku. Burtursæð frá Tórshavnar kommunu eru tað fýra kommunur, sum hava fingið meiri enn eina hálva millión meiri í skattainntøku higartil í ár, tá ið sammett verður við í fjør:

Runavík 906.867 krónur, Tvøroyri 855.117 krónur, Eystur 719.091 krónur og Sjóvar 635.753 krónur.

 

Aðrar kommunur við hægri skattainntøku eru eitt nú Fuglafjørður 497.562 krónur, Vága 477.158 krónur, Sørvágur 462.367 krónur, Vestmanna 457.064, Klaksvík 444.235 krónur, Vágur 348.262 krónur, Hvalba 324.681 krónur og Viðareiði 272.562 krónur.