- Heri Reynheim er nýggjur limur í stýrisbólkinum fyri speditión og goymslu í norðurlendsku flutningsarbeiðarasamgonguni, NTF. Hetta er greitt eftir aðalfund í NTF í síðstu viku.
Soleiðis skrivar Havnar Arbeiðarafelag í dag.
Tað var í fjør heyst, at Verkafólk gjørdust limir í Nordic Transport Workers Federation, stytt NTF. Hetta er samgonga hjá øllum teimum norðurlendsku arbeiðarafeløgunum og tískil ein sera umfatandi og sterk eind innan sáttmálaøkini í Norðurlondum.
- Longu, tá Verkafólk gjørdust limir í NTF, gjørdist greitt, at Danska 3F og Svenska Transportarbetareførbundet, sum hava formansskapin, ætlaðu at skjóta Hera Reynheim upp til sess í stýrisbólkinum.
Havnar Arbeiðarafelag veit at siga, at á aðalfundinum varð undirtøkan fyri uppskotinum sligin fast, tí Heri Reynheim varð einmælt valdur í stýrið.
Á aðalfundinum hevði formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag eina framløgu um verkfallið í fjør og um samtakið Verkafólk, ið telir øll føroysku arbeiðarafeløgini og Føroya Fiskimannafelag.
- Framløgan lýsti gongdina í verkfallinum og felags stríðið fyri virðiligum korum hjá verkafólki í Føroyum. Aðalfundurin tók ímóti framløguni við lógvabrestum.
Í Havnar Arbeiðarafelag vísa tey á, at eftir framløguna hjá Hera Reynheim, tá samskiparin í stýrisbólkinum, Christer Norfall, tók mynd av sær sjálvum saman við Hera, fór allur aðalfundurin á føtur aftanfyri teir og knýtti eyðkenda knýttnevan hjá Verkafólki.
Júst soleiðis, sum viðhefta mynd her niðanfyri vísir.
##med2##
NTF fevnir um verkafólk í flutningsvinnuni í breiðastu merking, eitt nú innan flogferðslu, vegaflutning, havnir og bryggjur, jarnbreytir, almennan flutning, sjófólk og fiskivinnu, vørugoymslu og flutningslogistikk, og tilsamans er talan um fleiri enn 340.000 limir.
- NTF samstarvið fevnir um flest øll Norðurlond, og tað er her, at næstan allur okkara flutningur fer og kemur, siga tey í Havnar Arbeiðarafelag.
Lagt verður aftrat, at við limskapinum í Nordic Transport Workers Federation styrkir Verkafólk sína støðu sum fakfelag, ið virkar í Føroyum, men samstundis er partur av eini stórari norðurlendskari eind.