14 føroysk mál tá Stjarnan vann aðru uppflytingarfinaluna

Støðan í samlaðu uppgerðini er nú 1-1

Liðið hjá Natasju Hammer og Ingu Mariu Roysdóttir, Stjarnan vann ein sera kærkomnan sigur á Seltjarnarnesi í dag. Talan var um aðru uppflytingarfinaluna móti liðnum, ið nevnist: Grótta.

 

Stjarnan vann dystin 26-22. Í steðginum var Stjarnan á odda 13-10. 

 

Natasja var við níggju málum toppskjútti hjá Stjörnuni. Inga Maria var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá útiliðnum.

 

Støðan í samlaðu uppgerðini er nú 1-1.

 

Triðja uppflytingarfinalan verður leikt í Garðabær komandi hósdag klokkan 17.