Tað man verða ógvuliga sjáldsamt, at eitt føroyskt lið stillar við fýra leikarum í verjuni, sum tilsamans hava leikt ikki færri enn 148 dystir á føroyska A-landsliðnum, men hetta var tó veruleiki týskvøldið, tá ið B36 vitjaði EB/Streym á Eiði.
Teir fýra í verjuni hjá B36, Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Johannus Joensen og Jens Kristian Hansen eru millum royndastu leikararnar í bestu føroysku deildini, og allir fýra hava teir í mong ár verið trúgvir í føroyska landsliðshópinum. Royndastur av teimum fýra er Allan Mørkøre. Klaksvíkingurin hevur leikt 54 landsdystir, men nú er nakað síðani, at hann leikti tann seinasta av hesum. Fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum, Jens Kristian Hansen, hevur 44 ferðir umboðað Føroyar í altjóða a-landsdysti.
Miðverjarnir báðir, Pól Thorsteinsson og Johannus Joensen, hava leikt ávíkavist 32 og 18 landsdystir, men hesir báðir eru framvegis fastur partur av landsliðshópinum og fáa tí óivað økt um sítt dystartal.