15 ára gamal ger film um Suðuroynna

Hann var heilt lítil, tá ið hann tók síni fyrstu filmsbrot upp

Í 9. flokki í fólkaskúlanum er vanligt at gera eina verkætlan. Í Hvalbiar skúla hava tey trý, Mathias Dimon Næs, Rói Spange Larsen og Nikolina Hammer, gjørt eina verkætlan um ferðavinnu í Suðuroynni. Í hesum sambandinum gjørdi Mathias ein film, har hann vísir fram ferðavinnumál í Suðuroynni. Tað eru Rói og Nikolina, sum leggja røddir

 

Mathias sigur, at hann  altíð hevur havt sera stóran áhuga í at gera film, serliga  seinastu árini. Eitt nú hevur hann verið í starvsvenjing í Kringvarpinum og síðani hevur hann fleiri ferðir tikið upp í Suðuroy fyri Kringvapið. Hann sigur, at tað dámar honum sera væl, men sjálvur hevur hann eisini gjørt ymiskt stuttligt.

 

Mathias var heilt lítil, tá ið hann byrjaði at gera film. Fyrsta royndin hjá honum var, tá ið hann fann eitt gamalt upptøkutól, sum hann so fekk gjørt okkurt lítið burturúr.

 

- Fyrsti filmurin, sum fór á Facebook, var av vatnskutaranum, sum vit høvdu, sigur Mathias.

 

- Eg helt ikki, at tað var nakað serligt, bara nakrar flottar myndir og tónleikur afturvið, men tá eg sá, hvat fólk hildu um tað, vildi eg bara gera meir.

 

 

Tá ið hann so hevði gjørt nakrar stuttfilmar, hugsaði hann at gera meiri burtur úr,  so á sumri í 2013 fór hann á filmsskúlan, Nóllywood, sum tá var í Havn.

 

 Á filmsskúlanum sluppu tey sjálvi at gera ein stuttfilm, aftaná eina viku har tey høvdu lært at brúka tólini og lært um film.

 

- Hetta var so mikið stuttligt og læruríkt, at eg fór eisini árið eftir, sigur Mathias.

 

Eftir summarfrítíðina í ár fer Mathias á eftirskúla í Danmark, har hann fær møguleikan at læra nógv um film.

 

- Grundin til, at eg tími at gera film, er mest reaktiónirnar hjá øðrum, sigur Mathias, og higartil havi eg fingið góðar afturmeldingar.

 

Trýst á pílin og síggj filmin, Mathias hevur gjørt um ferðamál í Suðuroy.