164 renna hálvmarathon

Bilaferðslan verður beind burtur av høvuðsgøtunum í Klaksvík, tá ið 164 fólk í morgin fara at renna hálvmarathon.

 

Rennifelagið Treysti skipar fyri kappingini, og har eru tey sera væl nøgd við undirtøkuna, sum er størri enn í fjør, tá ið fyrsta hálvmarathon av hesum slagi varð runnið í Klaksvík.

 

Runnið verður runt vágna í Klaksvík, og í ár verður øll bilaferðsla beind burtur av rutuni, har rennararnir skulu renna trý umfør. Byrjan og mál er við Eik í miðbýnum.

 

Kappast verður um FM heitið í opnum bólki fyri kvinnur og menn fødd í 1996 ella fyrr, veteranbólki fyri kvinnur og menn fødd í 1958-1967 og menn superveteranar føddir í 1957 ella fyrr. Fyri at telja við í FM er treyt, at rennarin er limur í felagið fyri frælsan ítrótt.

 

Hjá monnunum er, føroyameistarin frá 2011 og 2012, tann ungi Marnar Djurhuus favorittur, men hann fer væntandi at fáa kapping frá serliga Sam Vang, Hallur Holm, Andrias Hansen og Eiriki Hansen.

 

Greiði vinnarin hjá kvinnunum seinasta ár, Rigmor N. Arge, er við aftur og er hon ein av favorittunum til at endurvinna FM-heitið. Nummar tvey og trý, Duruta á Lofti Reginsdóttir og Ann Thomsen, eru eisini við aftur og fara væntandi at blanda seg í oddastríðið. Aðrar í kunnu blanda seg í oddastríðið eru Beinta Hoydal Joensen, Linda Oliversdóttir Andreasen Tórvør Østerø Vang og Rebekka Fuglø.