17 flogfør og fullsett Norrøna til Oslo

Í næstu viku verður sonn útrás av føroyingum til norska høvuðsstaðin at hyggja eftir EM í hondbólti

Ikki færri enn 17 flogferðir við Atlantsflog verða til norska høvuðsstaðin í Noreg, Oslo, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í næstu viku. Tað er áðrenn fyrsta dystin hjá Føroym í EM endaspælinum, sum verður ímóti Sveis fríggjakvøldið klokkan 19:30 í Unity Arnea í Oslo.

Tey fýra flogførini hjá Atlantsflog taka í miðal 175 ferðafólk. Eru tey fullsett til Noregs, so er talan um út við 3.000 fólk. 

Norrøna fer eisini ein túr til Oslo. Hon fer av Havnini mikumorgunin og leggur at við Akershuskai í Oslo fríggjamorgunin klokkan 8. Har verða um 1.000 fólk við.

Norrøna verður hotell hjá ferðafólkUnum, meðan tey eru í Oslo, og umborð hava matstovur og barrir opið sum vant. Tollfría sølubúðin er tó bara opin, meðan siglt verður.

Har verður eisini skipað fyri ymsum undirhaldi umborð.

– Við á ferðini hava vit nakrar av Føroya bestu tónleikarum, sum syrgja fyri góðum stemningi og sangi umborð, skrivar Smyril Line um túrin.

Norrøna fer úr Oslo aftur týskvøldið 20. januar eftir seinasta dystin hjá Føroyum í hesum umfarinum, sum er ímóti Slovenia týskvøldið klokkan 19:30 í Unity Arnea.

Norrøna verður aftur á Havnini hóskvøldið 22. januar kl. 21:00.

Teir tríggir dystirnir, sum Føroyar spæla í EM endaspælinum í hondbólti hjá monnum eru hesir:

16. januar kl 19:30: Føroyar - Slovenia

18. januar kl 17:00: Føroyar - Montenegro

20. januar kl 19:30: Føroyar - Slovenia

(Talan er um føroyska klokkutíð)

Umframt viðhaldsfólk, sum fara beinleiðis úr Føroyum, so fara nógv við haldsfólk aðrar leiðir til Noregs, og uttan iva eru nógvir føroyingar í Danmark, sum fara til Noregs.