Í dag byrja í verksetaradagarnir í SMS. Fram til leygardagin fara 18 virki frá ?ungum virki? á Handilsskúlanum í Havn og á Kambsdali at hava básar og sølu á Torginum í SMS
Vinnarin verður kosin leygardagin, og hann sleppur eina ferð til Danmarkar at dystast móti donskum vinnarum.
Í kvøld kl 20 skipar SMS fyri almennum fyrilestrum á Baresso. Á skránni eru Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, Kitty May Ellefsen fer at greiða frá íverksetan og strategi 2015. Guðrun Rógvadóttir fer at greiða frá um teirra virki, ?Guðrun og Guðrun?.
Gloria Kalsø, sum er forkvinna í Framtaksgrunninum, fer at greiða frá um váðafúsan kapital, Rani Nolsøe, sum er faðir at íverksetarahúsinum í Klaksvík, fer at greiða frá um húsið, og Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum fer at greiða frá, hvat Vinnuhúsið ger.