Angrandi syndarar, sum tað verður rópt, lótu seg negla til krossin undir traditionellum haldi á Filipsoyggjunum í dag, langa fríggjadag Tilsamans lótu 19 fólk seg soleiðis krossfesta, eins og Jesus varð krossfestur á Golgata fyri stívliga 2000 árum síðan. Onnur lótu seg sjálvi píska til bløðing.
Tann eini av teimum, sum læt seg krossfesta, Victor, vísti eingi tekin til ótta. Hann fekk sær eina sigarett, meðan hann bíðaði eftir krossfestingini. Men tá ið teir negldu teir 13 sentimetra longu seymirnar gjøgnum handabakið á Victori, rópti og græt hann av pínu.
Victor var ein av teimum níggju í bygdini, Cutud, sum í dag lótu seg negla til krossin.
Í bygdini Santa Lucia lótu uppaftur onnur 10 fólk seg krossfesta.
Hesar blóðugu traditiónir hava verið fastur táttur á Filipsoyggjunum í fleiri ár tíggjur, og tær draga til sín túsundir av trúgvandi ferðafólkum.
Fleiri tímar undan krossfestingunum, píska nógvir menn seg í ryggin við pískum og stokkum við glasskørum á.
Katólska kirkjan á Filipsoyggjunum tekur frástøðu frá hesum ritualum og rópar tey mistulking av trúnni, men luttakararnir siga, at teir gera familjum sínum eina góða tænastu.
Í ár var tað seytjandu ferð, at Victor læt seg krossfesta. Victor sigur, at hann ger hetta á hvørjum ári fyri at hjálpa sínu sjúku mammu at gerast frísk.