19 ára gamal játtað seg sekan

Ein 19 ára gamal drongur hevur játtað seg sekan í herverkunum, sum vóru fyri stuttum. Talan er um nakrar brotnar rútar í Havnini

Fyri stuttum var ein røð av herverkum framd í Havnini. Vikuskiftið 26. og 27. apríl varð ein røð av herverkum framd í Havn, og vakthavandi á politistøðini segði tá, at tað kundi verið líkt til, at ein ella annar, sum var komin frá høllini á Nabb ella Norðurlandahúsinum hevði knúst rútar eftir eini leið.
Talan var um brotnar rútar, bæði á húsum og bilum, har viðkomandi hevði blakað grót ella urtapottar inn.
Í teimum einu húsunum kundi staðið rættiliga illa til, har ein urtapottur varð blakaður inn ígjøgnum ein sethúsarút. Urtapotturin, sum var stórur og tungur, lendi á høvdalagnum í einum kamari, har ein ung genta vanliga plagdi at sova.
Nú letur tó til, at løgreglan í Havn hevur fingið fatur á gerningsmanninum. Ein 19 ára gamal drongur hevur um vikuskiftið játtað seg sekan í herverkunum, upplýsir vakthavandi á politigarðinum í Havn.
Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa fatur á Bergleifi Brimvík, leiðara á kriminaldeildini, fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum herverkunum ungi maðurin hevði framt.