1937: 1. mai er fylkingardagurin mikli

AFTURHVARV: Í øllum londum, har ið arbeiðaraflokkurin er vakin og medvitandi um styrkina í savningini av allari arbeiðarastattini, er 1. mai vorðin flykingardagurin mikli

Soleiðis skrivaði Sosialurin 1. mai í 1937:

 

»Í øllum londum, har ið arbeiðaraflokkurin er vakin og medvitandi um styrkina í savningini av allari arbeiðarastattini, er 1. mai vorðin flykingardagurin mikli

 

Undir felaga og arbeiðaramerkjum veitrandi hátt á stongum fara túsundir og aftur túsundir av frælslyntum monnum og kvinnum í kravgongum og savnast so til lyftandi og manandi fundir við eggjandi og merkjandi songum og røðum.

 

1. mai er av sonnum hátíðardagurin mikli, felagsdagurin mikli, fylkingar- og stríðsernisdagurin mikli hjá fjøldini, hjá tí frælsisstremandi flokkinum kring heimin.

 

– Hvussu er tað til, at vit føroyingar eru eftirbátur her? Hvat er orsøkin til, at vit ikki eru uppi í heari stóru alheimsfylking?

 

– Er tað tí, at her valdar kuldin og svøvnurin?

 

– Er tað tí, at arbeiðarafjøldin, fiskimaðurin og arbeiðarin enn ikki er vorðin medvitandi um ta bjargandi styrki, ið liggur í savningini, samgonguni av allari fjøldini um kravið um fullan og heilan lívsrætt og um ikki at helma á, fyrr enn eingin tjóðraður og forjónaður og armur stattur er manna millum meira?

 

Vit kvíða fyri, at so man vera. Og tí rópa vit í dag til ta stríðandi Føroya fjøld, Føroya arbeiðara og fiskimann og hvønn frælslyntan mann og hvørja friborna kvinnu:

 

– Latum ikki tímaglasið renna leingi afturat, áðrenn kvinnur og menn úr hvørjari bygd og hvørjum bygdalag í Føroyum savnast til kravgongu 1. mai saman við alheims arbeiðarafjøldini!

 

Leggið hvør í sínum lagi allar árar um borð og alla orkuna á at vekja fólkið í bygd og bý til eitt meðvitandi fólk um máttin, tað eigur, tá ið fjøldin, hin strevandi fiskimanna og arbeiðarafjøld, er runnin saman til eina óbrótiliga heildarkraft, hvar ið allir eru sum ein og ein sum allir í stríðnum fyri at lyfta seg upp úr armóðini, upp úr vesældóminum, upp til fríari og rúmari og betri rættvísari og menniskjaligari kor og lívstreytir.«