2.000 atgongumerki eftir

Í mesta lagi sleppa 10.000 inn á festivaløkið í Klaksvík, og nú eru bert 2.000 atgongumerki eftir Fyrstu atgongumerkini til Summar Festivalin vórðu sett til sølu fyri jól í fjør, og sølan hevur gingið sera væl. Í sambandi við freistirnar, tá ið prísurin er farin upp, eru heilt nógv atgongumerki seld, og nú tað er ein vika eftir til festivalin, er farið at ganga undan við atgongumerkjum.

Fyrireikararnir halda, at tað eru fleiri orsøkir eru til góðu søluna. Ein orsøk er undanfarnu festivalar, sum hava eydnast sera væl, og aðrar orsøkir er, at heimskendi bólkurin Scorpions verður høvuðsnavn í ár, og at skráin annars er sera sterk.

Bert 2.000 afturat

Í mesta lagi 10.000 fólk kunnu sleppa inn til Summar Festivalin, og hetta mark verður sett, so at tey, ið koma á festival, fáa eitt gott upplivilsi og hava pláss á festivaløkinum.

Nú boða fyrireikararnir av Summar Festivalinum so frá, at tað verða bert seld 2.000 atgongumerki afturat í forsølu. Tá ið hesi atgongumerki eru seld, verður sølan steðgað.

Tað hevur verið upp á tal at selja dagsbillettir við dyrnar, men hetta verður bert gjørt, um atgongumerki verða eftir, tá festivalurin byrjar.

Vikuskiftispass fáast á Shell-støðunum og í Telebúðunum kring landið.