Í hesum døgum eru fótbóltsfeløgini av álvara farin undir fyrireikingarnar til seinnu helvt av landskappingini í ár. Hjá onkrum feløgum snýr tað seg fyrst og fremst um at renna undan botninum, meðan onnur leggja alla orku í at fyrireika seg til stríðið um fremstu plássini.
Sjálvandi er tað hugaligari at kappast um fremstu plássini, sum geva æru, steyp og heiðurskrónur av ymsum slagi, men at tað eru nógvir pengar í kappingini, sum harvið snýr seg um líkindini at skapa góðar framtíðar fyritreytir í feløgunum, hava vit aftur fingið eina áminning um, nú europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur býtt út av yvirskotinum frá Europa Cup kappingunum, sum endaðu í mai.
Í síðstu viku kom UEFA flash, sum europeiska fótbóltssamgongan gevur út, fyri juli mánaða, og har verður í greiðum yvirlitum sagt frá, hvussu pengarnir eru lutaðir millum feløgini, sum hava tikið lut í kappingunum og til fótbóltssambondini í teimum londunum, ið vóru umboðað í kappingunum.
Sambært yvirlitið eru inntøkurnar, sum føroyskur fótbóltur tilsaman hevur fingið burturúr teimum trimum kappingunum síðsta fótbóltsár, 590 túsund sveisiskir frankar, og tá vit leggja teir 50 túsund frankarnar afturat, sum verða latnir fyri Intertoto Cup luttøkuna, so koma vit uppá 640 túsund frankar. Virðið á sveisiska frankinum er umleið 4,60 krónur, og til tað siga, at Fótbóltssamband Føroya og tey fýra feløgini, sum vóru við í Europa Cup og Intertoto Cup í fjør, hava fingið umleið 2,944 milliónir krónur fyri luttøkuna.
Hetta er ikki orsakað av, at tað úrslitaliga gekk so ógvuliga væl hjá føroysku liðunum, men heldur orsakað av at UEFA hevur ein politikk, sum gongur út uppá, at pengarnir skulu býtast til øll, sum taka lut. Tey, ið vinna mest, fáa mest, men molarnir, sum detta av borðinum hjá teimum ríku og niður til tey, sum fyri tað mesta og kanska altíð tapa, eru ikki so heilt lítlir.
Meistararnir mest
Í morgin skal HB stríðast í Finnlandi fyri at sleppa í seinna innleiðandi umfarið í meistarakappingini. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu, men um tað gongur, sum nógv tykist benda á, at tað fer, og HB harvið fær minstu upphæddina fyri at taka lut í europeisku meistarakappingini, so kunnu teir í HB ugga seg við, at tað verður ikki so galið alíkavæl, tá teir um eitt lítið ár fara at fáa eina flyting frá UEFA.
B36 var meistari í 1997 og tískil áttu teir rættin til Europa Cup luttøkuna í 1998/99. Árstalsfelagið royndi at fyrireika seg væl, men hóast tað taptu teir 4-1 og 1-0 móti Beitar úr Jerusalem. UEFA flutti mitt í juni umvegis Fótbóltssambandið 230 túsund sveisiskar frankar til B36 (80 túsund í luttøkugjaldi og so verða teir leskaðir við 150 túsund sum plástur á sárið, tí teir rukku ikki luttøku í bólkaumfarinum í meistarakappingini), og tá Kjartan Mohr, kassameistarin hjá B36, hevur vekslað pengarnar til danskar krónur, er saldoin hjá B36 hækkað við 1,058 milliónum krónum, og sjálvt um tað plagar at vera sagt, at B36 eigur nógvar góðar vinir, sum stuðla felagnum væl, og sjálvt um sjálvandi nakað fór burturav til venjingarleguna í Jugoslavia og til ferðina til Jerusalem, so er hetta ikki so heilt galið.
KÍ, B36, GÍ og HB kappast um meistaraskapin í ár, og tá kappingin verður liðug fyrst í oktober og meistarin er funnin, kann hesin arbeiða út frá, at á sumri í 2001 fer ein heilsan uppá eina góða millión at koma frá UEFA.
Hini feløgini
GÍ luttók í fjør í steypakappingini og HB í UEFA kappingini. GÍ spældi móti ungarska MTK úr Budapest, og gøtumenn taptu 3-1 á heimavølli og heili 7-0 á útivølli.
HB vann 2-0 á heimavølli og tapti ólavsøkudag 4-0 í Vaasa í Finnlandi. Tá liðini koma longri í kappingunum enn innleiðandi umfarið, so fáa tey gjald fyri hvønn javnleikin og sigurin, sum tey vinna, men í innleiðandi umfarinum fær bara samlaða vinnarin meir pengar. Tað fær hann fyri at luttaka í seinna innleiðandi umfarinum.
GÍ og HB fingu í síðsta mánaði 80 túsund sveisiskar frankar í part ella 368 túsund krónur, og so kunnu teir í HB iðra seg um, at teir á ferðini til Finnlands ikki megnaðu at halda tørn um 2-0 leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær í fyrra dystinum. Høvdu teir tað, so høvdu teir fingið 80 túsund sveisiskar frankar afturat á bókina.
Øll liðini, sum taka lut í Intertoto Cup fáa 50 túsund sveisiskar frankar fyri hvørt umfarið, sum tey spæla í, og tað vil siga, at hetta er upphæddin, sum VB fekk í fjør, tá teir spældu í Kekkia, og hetta verður upphæddin, sum GÍ fær í ár fyri sína ferð til Bosnia.
FSF skorar
Tað eru fótbóltssambondini í limalondunum, sum mynda UEFA felagsskapin, og hesi hava gjørt av, at fótbóltssambondini í teimum limalondunum, sum hava lið við í Europa Cup kappingunum skulu fáa 200 túsund sveisiskar frankar fyri tað.
Fyri stóru fótbóltssambondini ? til dømis tað týska, italska, spanska, eingilska, hollendska og ivaleyst eisini fótbóltssambondini í norðurlendsku grannatjóðunum hjá okkum ? eru hetta ikki nógvir pengar, men hjá Fótbóltssambandi Føroya kemur tað heilt víst væl við, at europeisku kappingarnar kasta 900 túsund krónur av sær til felagsskapin. Upphæddin man vera eins væl komin, sum pengarnir frá UEFA eru, ið koma fyri luttøku í EM undankappingini.
Tey stóru skora mest
2,9 milliónir krónur eru nógvir pengar eftir føroyskari alin, sjálvt um feløgini hava útreiðslur av at taka ferðast til útidystirnar og kanska eisini til venjingarlegur.
Men upphæddirnar eru fyri einki at rokna afturímóti tí, sum rennur niður í kassan hjá feløgunum, ið megna at spæla seg í bólkakappingina í meistarakappingini og ikki at tala um tey, sum spæla seg víðari úr bólkaspælinum.
Tey 24 liðini, sum í heyst vóru í bólkaspælinum, fingu øll tvær milliónir sveisiskar frankar fyri at røkka so langt, og harafturat hava tey fingið eina millión frankar fyri hvønn sigurin og 500 túsund frankar fyri hvønn javnleikin. Hetta hevði t.d. við sær, at norðurlendsku liðini fingu nógv burturúr, sjálvt um tey ikki megnaðu at spæla seg í fjórðingsfinaluna. Brøndby fekk 3,5 milliónir sveisiskar frankar ella 16,1 milliónir krónur, HJK Helsinki fekk 4,5 milliónir frankar ella 20,7 milliónir krónur, og Rosenborg fekk 5,5 milliónir frankar ella 26,75 milliónir krónur.
Tølini eru so stór, at tað næstan ikki ber til at ímynda sær, hvønn týdning tað hevur fyri feløgini at koma í bólkaspælið, men tølini eru fyri lítið at rokna, tá sammett verður við upphæddirnar, sum finluliðini í meistarakappingini fingu á sína konto. Manchester United vann finaluna móti Bayern München, men týska liðið vann fleiri stig í innleiðandi umfarinum, og tað ger, at teir fingu eitt sindur meiri. Fyri sigurin í finaluni fekk Manchester United fimm milliónir frankar, og fyri at vera hin parturin í finaluni fekk Bayern München fýra milliónir. Í alt fingu týskararnir 20,165 milliónir frankar ella 92,759 milliónir krónur burturúr Europa Cup, meðan Manchester United fekk 89,735 milliónir krónur.
Tølini hjá teimum størstu í Norðurlondum og teimum størstu í Europa ljóða av ógvuliga nógvum. Upphæddirnar hava stóran týdning fyri feløgini, og hóast upphæddirnar, sum føroysku liðini fáa burturúr, eru nógv lægri, so man týdningurin uppá seg ikki vera so nógv minni.
Tað eru milliónin og tær nógvu hundrað túsund krónurnar, sum tað fer at verða kappast um, tá tað um tvær vikur verður farið undir aftur landskappingina heima á landi.