Fíggjarmálaráðið hevur gjørt 2-ára sáttmála við Hjálparlæknaráð Føroya.
Karmurin er tann sami sum hjá hinum feløgunum, sum hava gjørt 2-ára sáttmála. Lønin hækkar 0,9% fyrra árið og 1,7% seinna árið.
Aðrar broytingar eru ikki gjørdar, verður at enda sagt í tíðindaskrivi.