Á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum búgva 20 fólk, sum ikki hoyra heima har, men sum onga aðrastaðni hava at fara.
- Hetta eru fólk, sum er liðugt viðgjørd og sum kundu flutt út í morgin, høvdu tey nakað at fara til, staðfestir Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
- Men tað hava tey ikki og tað eru ikki virðiliga umstøður at bjóða teimum, leggur hann afturat.
Tí harmar tað hann, at Rósa Samuelsen nú hevur slept ætlanini at byggja íbúðir til hesi og at hesar íbúðir skulu byggjast í Sandavági ístaðin.
Hann staðfestir, at at læknafakligi serkunnleikin er ikki eftirspurdir, áðrenn avgerðin varð tikin um at flyta verkætlanina til Sandavágs.
Tað var ikki fyrrenn málið hevði verið frammi í Sosialinum, at Psykiatriski depilin fekk málið til ummælis.
Og Tórmóður Stóra á staðfestir, at læknafakliga er ongin ivi um, at tað einasta rætta er at halda fast um ætlanina at byggja íbúðirnar í Havn.
Trupulleikin ikki loystur
Hann vísir á, at í veruleikanum er talan um eitt gamalt mál.
Tað var heilt afturi í 2001 at málið um at byggja bústaðir til sinnisveik tók seg upp.
Tá var niðurstøðan, at tørvurin var størstur í Suðurstreymoy og fakliga tilmæli var, at tað fyrsta sambýli til sinnisveik skuldi byggjast í Suðurstreymoy.
Fyrireikingar vórðu settar í verk, men tá ið uppskotið kom á borðið, hildu politikararnir, at tað varð ov dýrt.
Ístaðin fyri vórðu eini hús keypt í Sandavági og gjørd um til sambýli til sinnisveik.
Tórmóður Stórá veit ikki, hví valið akkurát fall á Sandavág.
- Men tað var framvegis semja um, at okkurt máttu gera í Havn og semja var eisini um, at endamálið skuldi vera at útvega bústaðir til, sum búðu á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum.
- Vit vóru samd um, at hetta var tað mest átrokandi málið at loysa.
- Tað vóru næstan 20 sinnisveik, sum høvdu búð á psykiatriska deplinum í 20-30 ár, og vit hildu, at tað var átrokandi at útvega teimum mannsømilig kor.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað hoyrir ikki nútíðini til, at fólk hava fastan bústað á eini psykiatrisku deild. Tað er eitt grundprinsipp í nýmótans sálarfrøði.
- Nú hava tey so búð har í 30-40 ár og málið er framvegis ikki loyst.
- Men tey kunnu ikki fara hvar sum helst, tí eftir at hava búð so leingi á psykiatrisku deild, sigur tað seg sjálvt, at tey eru ikki før fyri bara at flyta í eina íbúð. Heldur hava teiy brúk fyri onkrum slagi av pensjonati.
- Samstundis hava tey búð so leingi í Havn, at tað er her, tey føla seg heima og kenna umtøðurnar.
- Nógv av teimum hava eisini so vánalig minnir úr síni heimbygd av tí, at tey eru sjúk og eru blivin happað, at tey vilja ikki aftur út á bygd, men vilja verða verandi í Havn.
- Tí trúgvi eg onki upp á, at tey vilja flyta til Sandavágs.
Tórmóður Stórá staðfestir, at verða ibúðir bygdar í Sandavági, verður trupulleikin, sum læknafakliga varð mettur at verða mest átrokandi, framvegis ikki loystur.
- Psykiatriska deild fer framvegis at verða heimið hjá 20 sinnisveikum, sigur hann.
Váði av Rósu
- Tað er eitt sindur váði av Rósa Samuelsen at brúka ætlaða depilin fyri sinnisveik í Vági sum fyrimynd, nú hon ætlar at byggja íbúðir fyri sinnisveik í Sandavági.
Tað heldur Tórmóður Stóra, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Hann vísir á, at depilin í Vági er er ein nýskipan og enn veit ongin, hvussu hann fer at hepnast.
- Veruleikin er, at enn veit ongin rættiliga, hvussu depilin í Vági skal skipast. Av tí sama er tað heldur ongin, sum veit, hvussu hann fer at hepnast.
- Og áðrenn vit yvirhøvur vita, hvussu hann fer at hilnast, er tað eitt sindur váði at kopiera hann aðrastaðni í landinum.
Tórmóður Stóra sigur, at áðrenn modellið í Vági verður kopierað aðrastaðni í landinum, eiga vit at heysta nakrar royndir úr Vági, sum vit kunnu endurskoða og taka við í viðgerðina, áðrenn vit byggja meir.
Han endurtekur tískil, at ístaðin fyri at byggja í Sandavági, eiga vit at byggja íbúðirnar í Havn, soleiðis sum ætlanin alla tíðina hevur verið síðani í 2001 og sum loysa ein væl útgreinaðan trupulleika.
Betri tilboð í Havn
Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, er samdur við Sinnisbata í, at tað er óheppið at savna so nógv sinnisveik í eini lítlari bygd sum Sandavági, soleiðis sum Rósa Samuelsen ætlar.
Hann heldur, at tey verða ov sjónsk í bygdarmyndini og tað hóvar teimum ikki.
- Tey trívast best í størri plássum, har tey kunnu krógva seg í mongdini, sigur hann.
- Tað er væl kent úr sálarfrøðini, at sálarsjúk leita til býirnar, tí har er lættari at hvørva í mongdini.
Hann sigur, at tað kann vera, at tilboðini eru mong í Vágum. Men tað skal eisini havast í huga, at hjá sálarsjúkum er tað ikki nokk at hava tilboð. Tað hevur eisini týdning, at tilboðini eru lætt atkomulig og tað skal ikki vera neyðugt at ansa eftir ferðaætlanum hjá bussum og annars brúka tíð at leggja til rættir fyri at brúka tey tilboð, sum eru, tí tað megna nógv av teimum ikki.
Annars vísir hann á, at frammanundan eru sambýli í Sandavági til 10 búfólk. Verða 16 íbúðir bygdar afturat, verða 26 pláss í Sandavági.
- Eg stúri fyri, at avleiðingin verður, at sambýlini verða niðurløgd, so at vit ikki fáa 16 íbúðir afturat, men at tað fer at verða skorið burtur av, akkurát, sum tað er hent við plássunum á ellis- og røktarheiminum í Suðuroy.
Har verður ellis- og røktarheim bygt í Vági til 24 pláss, men samstundis verða átta pláss niðurløgd á Tvøroyri, so nettovinningurin er lítil.
- Tað hava vit avgjørt ikki brúk fyri á psykiatriska økinum, sigur Tórmóður Stóra.
Hann sigur, at tað, sum brúk er fyri, er fleiri plássum.
- At so umstøðurnar ikki eru tær bestu í eina tíð, er so, hvat tað er, leggur hann afturat.
Hann ávarar eisini ímóti at blanda menningartarnað og sálarsjúk saman.
- Vit eiga at verða øgiliga tilvitað um at skilja bólkarnar sundur, tí sálarsjúk vilja ikki uppfatast sum menningartarnað og menningartarnað vilja ikki uppfatast sum sálarsjúk.