20 ára gamal løgreglumaður myrdi seks ungfólk

Í lítla býnum Crandon í amerikanska statinum Wisconsin eru fólk skelkað, eftir at ein 20 ára gamal løgreglumaður myrdi seks ungfólk, sum hildu veitslu

Tann 20 ára gamli løgreglumaðurin Tyler Peterson hevði frí, men miseydnaður kærleiki fekk hann at fara til hús eftir løgreglubyrsuni, og við henni myrdi hann seks ungfólk, teirra millum fyrrverandu unnustu sína. Tey seks, sum vóru í aldrinum 16 til 21 ár, vóru komin saman at halda veitslu.

 

Aftan á illgerðina flýddi Tyler Peterson, men tveir tímar seinni kunngjørdi Gary Bradley, borgaristjóri, at løgreglan hevði skotið hann, og at hann var deyður.

 

Tað búgva 2.000 fólk í Crandon. Mong teirra kendu Tyler Peterson, og tað fata ikki, at hann skuldi fáa seg til at fremja illgerðina.

 

-Hann var so vinarligur, og tað er ótrúligt, at hann skuldi finna upp á nakað slíkt, sigur ein ung genta við CNN.