20 tøk kommunal grundstykkir í Klaksvík

- Øll hesi verða boðin út á middegi í dag, og sølulisti verður at finna á heimasíðuni hjá kommununi

Í løtuni eru 20 kommunal grundstykkir tøk í Klaksvík.

 

- Øll hesi verða boðin út í dag, 3. november klokkan 12, og sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at níggju tøk grundstykkir eru Millum Hjalla, 10 á Fossum, og eitt grundstykki er tøkt Undir Klakki.

 

- Listin yvir tøk grundstykkir verður dagførdur á middegi fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði, siga tey í Klaksvíkar kommunu.

 

Og hetta er í dag.

 

Lagt verður aftrat, at áhugaðir keyparar kunnu velja eitt grundstykki, sum er tøkt og senda umsókn um at keypa tað.

 

- Hetta skal gerast umvegis frymil/ oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. 

 

Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldupost til kommununa.

 

- Borgarar, sum ynskja at keypa kommunalt grundstykki, eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi, siga tey í Klaksvíkar kommunu.