Fleiri av starvsfólkunum hjá FTZ Autodele & Værktøj A/S í Danmark vóru við hesar dagar og sýndu fram og vóru um kundarnar. Eisini var stórin Jens Sørensen við í ferðalagnum.
Føroysku FTZ-stjórarnir Vagnur Johannesen og Ragnar Joensenlata lata væl at tiltakinum. Umleið 200 fólk vitjaðu, og nógv tóku av serligu tilboðunum, sum vóru sýnd fram hesar dagar.
FTZ Autodele & Værktøj A/S er størsta heilsølufyritøkan í Danmark innan eykalutir og amboð til bilar. Fyritøkan hevur í løtuni 47 deildir í Danmark og 800 fólk í starv. Árligi umsetningurin er umleið 1,2 milliardir krónur. FTZ Autodele & Værktøj A/S keypti í fjør meirilutan av Sp/f AMA í Havn og eykalutadeildini hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali.