25 kvinnur eru í tí nývalda Altinginum í Íslandi, og tað svarar til 39,7 prosent av tingmanningini. Á valinum í 2009 komu 27 kvinnur á ting, men tríggjar søgdu sessirnar frá sær seinni, so ta seinastu tíðina hava 24 kvinnur verið í Altinginum.
Tað er serliga í flokkinum VG, at kvinnurnar eru væl umboðaðar. Av teimum sjey tinglimunum eru fýra kvinnur. Næstbestu kvinnuumboðanina hevur Samfylkingin.
Sjálfstæðisflokkurin er tann flokkurin, har tað er longst millum kvinnurnar í tinginum. Ein lítil triðingur av tingmannaing floksins eru kvinnur.