25. mars verður val til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn

Ásett er í lóg, at próstadømisráðsval skal vera hóskandi tíð eftir, at kirkjuráðini hava tikið við aftan á regluligt kirkjuráðsval. Valið er samstundis sum val av limi í stiftsstjórnina.

 

Nú verður val til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. 

Ásett er í lóg, at próstadømisráðsval skal vera hóskandi tíð eftir, at kirkjuráðini hava tikið við aftan á regluligt kirkjuráðsval. Valið er samstundis sum val av limi í stiftsstjórnina.

Valskeiðið, sum er 4 ár, byrjar 1. apríl árið eftir, at regluligt kirkjuráðsval hevur verið, skrivar folkakirkjan.fo. 


Próstadømisráðið 

Fíggjarmál, ið nema tær staðbundnu kirkjurnar og kirkjuráðini, eru beinleiðis tengd at Próstadømisráðnum. Tann árliga fíggjarjáttanin hjá tí einstøku kirkjuni og allir roknskapirnir eru virkisøkið hjá ráðnum. Í verkligum málum og byggimálum er Próstadømisráðið ein tilmælandi myndugleiki mótvegis Føroya Stiftsstjórn. 

 

Føroyska fólkakirkjan hevur ein felags kirkjuskatt, ið er hin sami um alt landið. Innan 1. juni leggur hvør kirkja fíggjarætlanina fyri tað komandi árið. Próstadømisráðið metir um ynskini hjá kirkjuráðunum og finnur ein frymil til tess at álíkna peningin. Tað er eitt ábyrgdarfult, spennandi og krevjandi arbeiði at leggja leistin soleiðis, at føroyska kirkjan vikar fíggjarliga.

 

Próstadømisráðið er harafturat eftirlitsmyndugleiki, tá talan er um bygging og umsiting av kirkjunnar ognum bæði innan og uttan. Ráðið nýtir serkøn fólk til tær ymisku uppgávurnar. Við atliti at umvælingum, dagføring ella nýgerð ráðførir ráðið seg við ein arkitekt ella annan serkønan innan bygging. 

 

Tá ið verklig átøk verða framd í ella rundan um eina kirkju, er Próstadømisráðið við i arbeiðsgongdini. Ráðið metir um hvørt einstakt mál, um ætlanin er burðardygg. Verður mett, at verkætlanin er burðardygg, fær Føroya Stiftsstjórn eitt tilmæli frá ráðnum. 

 

Fimm fólk hava sæti í ráðnum. Kirkjuráðslimir runt um í landinum velja fýra limir. Tann fimti er dómprósturin, ið er føddur limur. Dómpróstur hevur skrivstovu og umsiting á Biskupsgarði.

 

Ráðið velur ein formann, ið skipar arbeiðið. Søguliga kunnu vit siga, at ráðið árliga hevur einar 15 – 20 fundir. Aloftast liggja fundirnir í dagtímunum. Í serligum førum eru fundir eftir vanliga arbeiðstíð. 


Føroya Stiftsstjórn

Meðan biskupur er evsti myndugleikin, tá talan er um læru, innihald og kirkjuskipan, so er Føroya Stiftsstjórn evsti myndugleikin í fólkakirkjunnar innanhýsis stjórn og virki. Orðingin sipar til tann veruleika, at landsstýriskvinnan er fólkakirkjunnar evsta politiska fyrisiting.

 

Føroya Stiftsstjórn er tilmælandi myndugleiki í málum, sum landsstýriskvinnan skal taka støðu til. Í lógarmálum er stiftsstjórnin partur av hoyringini. Somuleiðis er tað stiftsstjórnin, sum setir í starv og loysir úr starvi starvsfólk hjá fólkakirkjuni eftir innstilling frá biskupi.

 

Virkisøkið hjá Føroya Stiftsstjórn fevnir um fíggjar- og búskaparmál hjá fólkakirkjuni sum heild, eins og stiftsstjórnin skal skapa karmar og hava yvirskipað eftirlit við kirkjuráðunum, Próstadømisráðnum og teimum kirkjuligu viðurskiftunum. 

 

Landsstýrismaðurin setur prestarnar í starv, meðan Føroya Stiftsstjórn hevur fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd  av prestaembætinum.

Stiftsstjórnin stjórnar Kirkjugrunninum, ið er fólkakirkjunnar felags pengakassi.  Fólkakirkjan hevur harafturat ein Tiltaksgrunn, ið stiftsstjórnin eisini umsitur.

 

Harumframt hevur Føroya Stiftsstjórn ábyrgd av tænastubústøðum prestanna, og er myndugleikin, tá talan er um kirkjurnar (bygningin), eyðvitað altíð í samstarvi við aðrar myndugleikar og ásetingar.

 

Stiftsstjórnin hevur tríggjar limir. Biskupur er føddur limur og formaður. Uttanríkis- og mentamálaráðið tilnevnir ein lim. Hin triði limurin verður valdur  fólkaræðisliga. Tað eru kirkjuráðslimirnir, ið hava atkvøðurætt og velja. Valbær eru øll, ið kunnu verða vald inn í eitt kirkjuráð.

Fundirnir í Føroya Stiftsstjórn verða hildnir í Biskupsgarði, har biskupur hevur sína umsiting.

 


Valið  (Felags áseting galdandi bæði valini)

 

  • Valdagurin er mikudagin 25. mars 2026.
  • Valið fer fram á einum kirkjuráðsfundi.
  • Atkvøðuseðlar verða sendir øllum kirkjuráðum í góðari tíð.
  • Bert kirkjuráðslimi frá at møta, skal eykalimur kallast inn.
  • Atkvøðugreiðslan kann fara fram á fundi í kirkjuráðnum í tíðarskeiðinum frá 4. mars til 25. mars 2026.
  • Kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir hava valrætt.
  • Atkvøðuseðlarnir skulu vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026
    kl. 13.00.

 

Valevnis – og stillaralisti  (Felags áseting galdandi bæði valini) 

 

  • Valevnislistin skal vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. februar 2026 kl. 13.00.
  • Kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir kunnu vera stillarar.
  • Valbærir eru allir limir í fólkakirkjuni, sum lúka treytirnar fyri at verða valdir í kirkjuráðið.
  • Valevnini eru stillað upp javnbjóðis og í bókstavarøð.
  • Ein listi skal hava í minsta lagi 9 stillarar og í mesta lagi 25 stillarar.

 

Próstadømisráðið

 

  • Veljast skulu 4 limir.
  • Á listanum kunnu vera í mesta lagi 12 valevni.
  • Valið verður gjørt upp sum lutfalsval.
  • Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.

 

Føroya Stiftsstjórn

 

  • Veljast skal ein limur.
  • Á listanum kunnu vera í mesta lagi 3 valevni.
  • Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.

 

Valstýrið

Í valstýrinum eru Bergur Berg, ráðgevi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, Maria Jørðdal Niclasen, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur. Valstýrið skipar valið saman við umsitingini í biskupsgarði.

 

Tað eru kirkjuráðslimir, íroknað sóknarprestar, sum hava valrætt, skrivar folkakirkjan.fo. 


Løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn finnist her.