Í innleiðandi EM-bólki C, ið verður spældur í Unity Arena uttanfyri Oslo, løgdu Frakland og Noreg fyri við stórsigrum.
Frakland, ið er verandi evropameistari vann 42-28 á Kekkia. Í steðginum var Frakland á odda 20-14.
Elohim Prandi, Melvyn Richardson og Dylan Nahi vóru toppskjúttar hjá Fraklandi við seks málum hvør. Toppskjútti hjá Kekkia við seks málum var Petr Široký.
Norsku vertirnir gleddu heimafjøldina við at vinna ein knúsandi 39-22 stórsigur á Ukraina. Í steðginum var Noreg á odda 19-11.
Alexandre Blonz og Patrick Helland Anderson vóru toppskjúttar hjá Noregi við sjey málum hvør. Toppskjútti hjá Ukraina við fimm málum var Ihor Turchenko.
Skráin fyri bólk C:
15. januar: Frakland – Kekkia 42-28
15. januar: Noreg – Ukraina 39-22
17. januar: Ukraina – Frakland, kl. 17.
17. januar: Kekkia – Noreg, kl. 19.30.
19. januar: Kekkia – Ukraina, kl. 17.
19. januar: Frakland – Noreg, kl. 19.30.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Frakland-Kekkia 42-28 (20-14):
##med2##











