Spania og Týskland løgdu frá landi við sigrum í innleiðandi bólki A, ið verður spældur í Boxen í Herning.
Spania vann 29-27 á Serbia. Í steðginum var Spania frammanfyri við fýra málum, 19-15.
Ian Terrafeta Serrano var við seks málum toppskjútti hjá Spania. Uros Kojadinovic var toppskjútti hjá Serbia, somuleiðis við seks málum.
Týskland vann í grannauppgerðini 30-27 á Eysturríki. Týskarar vóru á odda 12-8 í steðginum.
Johannes Golla var við sjey málum toppskjútti hjá Týsklandi. Tað lá væl fyri hjá Sebastian Frimmel, ið var toppskjútti hjá Eysturríki við níggju málum.
Skráin fyri bólk A:
15. januar: Spania – Serbia 29-27
15. januar: Týskland – Eysturríki 30-27
17. januar: Eysturríki – Spania, kl. 17.
17. januar: Serbia – Týskland, kl. 19.30.
19. januar: Eysturríki – Serbia, kl. 17.
19. januar: Týskland – Spania, kl. 19.30.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Spania-Serbia 29-27 (19-15):
##med2##











