25 ár í Flogvápninum

1. november hevði flogserfrøðingurin Hanus Lamhauge av Glyvrum 25 ára starvsdag í Flogvápninum, har hann meginpartin av tíðini hevur verið í tænastu í Føroyum.
Hanus Lamhauge er upprunaliga útbúgvin sum elektrikari í Føroyum. Eftir lokna lærutíð fór hann í herin at røkja sína herskyldu og at víðariútbúgva seg innan el. Hetta skuldi vísa seg at verða byrjanin upp á eina spennandi og fjølbroytta yrkisleið við tænastu bæði í Føroyum og Danmark, og í einum av heimsins brennideplum.
Fyri 25 árum síðani fór Hanus sum konstápulnæmingur á Serskúlan hjá Loftflotanum, sum er Flogstøðin Værløse í Keypmannahavn.
Longu í mai í 1980 bleiv hann sendur til Flogstøðina í Tórshavn at arbeiða, har hann var í tænastu í fimm ár í sambandi við umbygging av radarstøðini á Sornfelli.
Eftir hetta fór familjan í 1985 til Danmarkar, har Hanus í tvey ár var í tænastu sum ravmagnsmekanikkari á einari minni radarstøð í Hillerød á Norður-Sælandi.
Í 1987 fekk familjan Lamhauge aftur fráfaringarboð at fara upp aftur til oyggjarnar í Atlantshavinum, sum tey eru so góð við. Har fór Hanus aftur í sítt gamla starv, sum "chefelektrikkari" í tí kenda umhvørvinum á toppinum av Sornfelli.
Eftir 12 ár á Sornfelli, fekk Hanus í 1999 brádliga brúk fyri sínum royndum sum hermaður. Í einum av heimsins brennideplum, fyrrverandi Jugoslavia, var brádliga tørvur á fólki, sum høvdu so margfaldaðar eginleikar, sum Hanus kundi bjóða. Innan stutta tíð varð avrátt, at hann skuldi fara avstað saman við konuni Meiken.
Hanus sat brádliga við einum høvuðsleikluti sum camp-arbeiðari í Camp Danevirke, Doboj, har hann fyri sín lut varð heiðraður við NATO heiðursmerkinum.
Eftir stutta skúlagond í 2000 á Flogstøðini í Skagen, gekk leiðin heimaftur til Føroya. Har hevur Hanus síðani verið í sama starvi hjá Ravmagnstænastuni, sum viðlíkaheldur el-verk, vatn, hita og útluftingar hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali.
Hanus Lamhauge eru giftur við Meiken og hava tey trý børn. Clement, 16 ár, Marlan, 19 ár og Rúna 26 ár. Tey hava verið búsitandi á Glyvrum síðani 1989, har Hanus fær dyrkað eitt av sínum stóru frítíðarítrivum, sum er havfiskiskapur.