25 ár á hjá Statens Luftfartsvæsen

Í sambandi við at Edna Niclasen í Sørvági hevði 25 ára starvsdag hjá Statens Luftfartsvæsen varð skipað fyri móttøku á Flogvøllinum hósdagin 1. februar


Tað var Statens Luftfartsvæsen/Vága Floghavn, sum skipaði fyri móttøkuni í starvsfólkastovuni í bilhúsinum, har starvsfelagar, vinir og kenningar komu á gátt.
 
Edna er fødd og uppvaksin í Nólsoy sum næstelst av 8 systkjum. Í 1979 fluttu hon til Sørvágs at búgva saman við manni og trimum børnum. 1. februar 1982 byrjaði hon at arbeiða á flogvøllinum innan reingerð og seinni kom so trygdareftirlitið ella Security, sum hon eisini luttekur í.
 
Mong kenna nokk Ednu frá Security og í øll hesi 25 árini nærkast tað skjótt 3 millónum ferðandi, sum eru komin og farin um vøllin.
 
Tá ið Edna ikki er til arbeiðis, so fæst hon við hondarbeiði. Hon hevur undirvíst innan hetta fakið í kvøldskúlanum í mong ár. Annars hevur urtagarðurin hennara stóra áhuga og ikki minst at dyrka grønmeti niðri á Oyruni. Frásøgn hevur verið í sjónvarpinum í hesum sambandi.
 
Elsta dótturin býr í Sørvági, sonurin í Havn og tann yngsta dótturin býr í Danmark. Ommubørnini eru 6 í tali.